Nú er kappingaryvirliti fyri 2018 komi út, hetta er at finna undir teiginum kappingaryvirlit ovast á síðuni. Eisini eru reglarnir fyri oyggjaleika úttøku og liðkappingini í skeet og trap broyttar naka. Nýggju reglarnir eru at síggja undir teiginum reglar ovast á síðuni.
Forfatter: Jogvan Egholm VBF
FM Trap
FM Skeet
Limafundur hjá SKF
Boðið verður til limafund í Skjótisambandinum mikudagin 30. august 2017 kl. 19.00 í Tjarnargarði á Hoyvíksvegi 58 í Havn.
Ætlanin við fundinum er at kunna limirnar um arbeiði í Skjótisambandinum og at tjakast um ymisk viðurskfti. Limirnir eru vælkomnir at koma við evnum at seta á skrá, eins og limir eru vælkomnir við uppleggum á fundinum.
Fyri at fáa ein vælskipaðan fund, verða limir, sum hava evni til fundin, bidnir um at senda hesi til skjotisamband@gmail.com í seinasta lagi týsdagin 29. august.
Vónandi fáa nógvir limir møtt.
Vinarliga
Skjótisamband Føroya
Sjúrður Knudsen, form.
FM-Skeet
FM í Skeet 2017 fyri vaksin og unglingar + Føroya Cup í skeet 2017
FM-kappingin í skeet verður hildin á breytini í Sundalagnum leygardagin 26. august og í Sandvíkum sunnudagin 27. august 2017. Byrjað verður kl. 9 leygarmorgunin og kl. 13 sunnudagin. Skjúttarnir skulu møta í seinasta lagi ½ tíma undan kappingarbyrjan báðar dagarnar. Skotið verður eftir 75 dúgvum leygardagin og 50 dúgvum sunnudagin. Í FM kappingini fara 6 teir fremstu skjúttarnir síðani í eina finalu, sum verður skotin sambært galdandi ISSF-reglunum. Unglingakappingin er tó liðug aftaná 125 dúgvur.
Fyrri kappingardagurin er samstundis seinasta umfar í FM-liðkappingini í skeet og í Føroya Cup kappingini í skeet í ár.
Kostnaðurin fyri kappingina er 250 kr., sum skulu gjaldast kontant áðrenn kappingarbyrjan fyrra dagin.
Treytin fyri at luttaka er, at viðkomandi er skrásettur limur í einum av limafeløgunum undir SkF.
Bindandi tilmelding fer fram við at senda teldupost til skjotisamband@gmail.com í seinasta lagi hósdagin 24. august kl. 20:00. Unglingarnir skulu upplýsa føðingardag í sambandi við tilmeldingina.
Mesta tal av skjúttum er 18. Um yvirteknað er, verða 18 teir bestu skúttarnir valdir út. Hetta verður gjørt við at hyggja at bestu trimum kappingunum í kappingarárinum.
Viðvíkjandi Føroya Cup kappingini:
Tann skjúttin hevur vunnið, sum samanlagt hevur skotið flest dúgvur (fyrstu 75 dúgvurnar) av sínum bestu trimum kappingum aftrat úrtslitinum fyrra dagin í FM-kappingini. Stendur á jøvnum, verður talt aftureftir – fyrst kappingar síðani rundir.
Aftur í ár eru pengavinningar, sum vera útgoldnar eftir ávísum treytum.
Í FM-kappingini (ikki galdandi fyri liðkappingina) eru vinningarnir soleiðis:
1. vinningur 3.000 kr.
2. vinningur 2.000 kr.
3. vinningur 1.000 kr.
Unglingar fáa somu vinningar, men treytin er, at minst tríggir kappast og hava luttikið í minst trimum almennum kappingur.
Í Føroya Cup kappingini eru vinningarnir soleiðis:
- vinningur 5.000 kr.
2. vinningur 3.000 kr.
3. vinningur 1.000 kr.
Vegna SkF
Sjúrður Knudsen, form.