VBF-Meistari

Leygardagin 6.septembur verður okkara árliga VBF-Meistara kapping fyri limir og veistla aftaná. Vit skjóta 3 rundir og síðani finalu. Nr 1, 2 og 3 vinna gávukort  og heiðursmerkir, harafturat verður lutakast millum lutakarnar um eitt gávukort uppá 500 kr. Vit byrja kl. 9:00 og møta kl. 8:30, veistlan verður ætlandi kl. 19:00. Kostnaðurin er 150 kr fyri kappingina og 100 kr fyri veistlu sum skal gjaldast áðrenn kappingarbyrjan. Seinasta freist at melda til kappingina er 5. septemburkl. 18:00 og seinasta freist at melda til veistluna er 4. septembur kl. 18:00. Um tit ikki fáa melda til á heimasíðuni ber til at ringja á tlf. nr. 255460 (Jógvan).

Tað er ikki treyt at skjóta fyri at vera við til veistluna, vónandi vera vit fleiri luttakarar, so verður tað stuttligari.

 

Vinarliga nevndin í VBF