VBF-Meistari 2015

2015-04-18 14.49.20Leygardagin 18/4 var okkara VBF-Meistara kapping skotin. Veðri var av tí allar besta og 11 mans høvdu tekna seg til kappingina, sum er væl betri enn í 2014. Vinnari av kappingini gjørdist Jógvan Egholm og Jákup Mikkelsen nr 2 og Leif Klein nr 3.  Niels L. Arge stuðlaði við steypi og heiðursmerkjum og Maskinhandilin lat eitt gávukort. Seinni um kvøldi var veistla í viðarlundahúsinum við góðum mati og sangi. Úrslitini eru at síggja undir teiginum úrslit

Nevndin takkar fyri stuðulin og fyri ein avbera góðan dag og eitt gott kvøld