VBF-Meistari 2013

Nú er tíðin komin aftur at finna  bestu skjúttarnar í okkara felag. Fyri at gera hetta verður skipa fyri skjótikapping leygardagin 5. oktobur 2013. Hendan kappingin er bert fyri limir í Vestmanna Byrsufelag. Ferðasteyp og ognarsteyp verða latin og heiðursmerkir til ymsu bólkarnar.

Møtt verður 05-10-2013 kl. 8:30 og byrja vit at skjóta kl 9:00. Ætlanin er at skjóta 3 rundir og síðani finalu á 16 dúgvir, kostnaður fyri skjótingina er 200kr.

Aftaná kappingina fara vit at rudda breytina, so at tað sær reint og ruddiligt út hjá fólki sum ganga túr út á Berg.

Eins og í fjør verður eisini skipa fyri ársveistlu og til hetta høvi hava vit leiga viðarlunda húsið. Veistlan byrjar kl. 19:00 og kostnaður fyri veistluna er 100 kr.

Tilmelding fer fram undir teiginum Tilmelding  ovast á síðuni. Tað ber til at bara at skjóta ella bara í veistlu ella bæði.

Vónandi fær hetta tiltak góða undirtøku

 

Nevndin