VBF Meistari

Leygardagin 18.apríl verður okkara árliga VBF-Meistara kapping fyri limir og veistla aftaná. Vit skjóta 3 rundir og síðani finalu. Vinnarin fær steyp til ognar og heiðursmerkir eru eisini til 1, 2 og 3. Vit byrja kl. 9:00 og møta kl. 8:30, veistlan verður ætlandi kl. 19:00. Kostnaðurin er 150 kr fyri kappingina og 200 kr fyri veistlu sum skal gjaldast áðrenn kappingarbyrjan. Seinasta freist at melda til kappingina er 17. apríl kl. 18:00 og seinasta freist at melda til veistluna er 16. apríl kl. 18:00. Um tit ikki fáa melda til á heimasíðuni ber til at ringja á tlf. nr. 255460 (Jógvan).

Tað er ikki treyt at skjóta fyri at vera við til veistluna, vónandi vera vit fleiri luttakarar, so verður tað stuttligari.

 

Vinarliga nevndin í VBF

[seatt-form event_id=19]

[seatt-form event_id=20]