Skjótibanin opnar

Nú ligið er so nógv út og kvøldini eru blivin ljósari og skjótikappingarnar kring landi eru byrjaðar, fara vit at byrja at venja(skjóta). Ætlanin er at venja tríggjar ferðir um vikuna, týsdag kl. 17:00, hósdag kl 17:00 og ein dag afturat, vit hava ikki avgjørt hvønn dag tað verður. Vit byrja týsdagin 8.apríl kl. 17:00. Annars fara vit út á Berg leygardagin fyrrapart 5. apríl  at gera tað sísta klárt til at skjóta og einaferð seinnapartin fara vit at starta maskinurnar upp aftur. Øll eru vælkomin, bæði roynd og óroynd. Kostnaðurin er 70kr/rundu fyri limir og 90kr/rundu fyri ikki limir, eisini kunnu limir keypa 10-túra kort fyri 600 kr.

Heilsan nevndin í Vestmanna Byrsufelag