1. aug 2015 skipaði Vetmanna Byrsufelag fyri kapping, veðri var av tí allar besta , sól og næstan stilli.11 lutakarar vóru tilmeldaðir og byrja bleiv kl.9:00, skotnar blivu tríggjar rundir, so skutu 6 teir fremstu semi-finalu eftir altjóða reglum, við gull og bronsu-finalu. Her gjørdist Tórur Fløtt nr 1 og Gunnar Knudsen nr 2 og Herleif Hammer nr 3.
Hinir 5 skutu bara eina semi-finalu, og her gjørdist Hans Erik Jensen nr 1 og Jógvan Egholm nr 2 og Julius Joensen nr 3
Úrslitini eru at síggja undir teiginum úrslit ovast á síðuni
Vestmanna Byrsufelag takkur fyri undirtøkuna og ynskir vinnarunum tillukku