FM-Liðkappingar, skeet og trap

 

Reglugerð fyri FM-liðkappingar í Skeet og Trap

§ 1. Hvørt limafelag kann melda í mesta lagi tvey lið til FM-kappingarnar í ávikavist skeet og trap.

Stk. 2.Nakrir av kappingardøgunum í einstaklingakappingunum eru útvaldir til eisini at vera liðkapping. Hesir eru tá FC-kappingar eru, tó er seinasta umfar fyrra dagin í FM í ávikavist skeet og trap. Av teimum 7 kappingarumførunum í trap og 9 í skeet, telja 5 tær bestu við.

Stk. 3. Skotið verður eftir 75 dúgvum í liðkappingini. Eru fleiri enn trý umfør á skránni í einstaklingakappingini fyri dagin, telja fyrstu 75 dúgvurnar við í liðkappingini.

Stk. 4. Felagið velur 4 skjúttar, sum eru limir í felagnum, at mynda hvørt liðið (A, B osv.). Tveir skjúttar skjóta fyri liðið hvønn kappingardag. Kann liðið ikki mannast við tveimum av hesum skjúttum, kann felagið lata onkran annan skjútta, sum enn ikki hevur skotið fyri nakað lið, luttaka.

Stk. 5. Ein skjútti, sum hevur skotið fyri A-liðið, kann ikki skjóta fyri t.d. B-liðið í sama kappingarári. Tað sama er galdandi øvutan veg.

Stk. 6. Áðrenn kappingarbyrjan skal luttakandi felag boða fyrireikarunum frá, hvør skjútti umboðar einstaka liðið hendan dagin og skriva nøvnini á dómaraseðilin. Fyri at kunna umboða liðið í FM-kappingini skal skjúttin hava luttikið í minst tveimum kappingum frammanundan.


§ 2. Brot á reglurnar í § 1, stk. 4-6 hevur við sær, at liðið einki fær fyri dagin, uttan mun til einstaklingaúrslitini.

Stk. 2. Møgulig kæra frá einum felag um brot á reglurnar í § 1, stk. 4-6 skal vera SkF í hendi í seinasta lagi 2 dagar aftaná kappingina. Nevndin í SkF tekur støðu til kæruna og kann eisini í upp til 7 dagar aftaná kappingina taka slík mál upp til viðgerðar av sínum eintingum.


§ 3. Liðkappingin endar leygardagin í vikuskiftinum, tá FM fyri einstaklingar verður skotið.

Stk. 2. Liðið, sum tilsamans hevur flest stig, tá kappingin endar, er Føroyameistari fyri lið.

Stk. 3. Stendur á jøvnum millum fleiri lið, verður hugt afturaftir. Fyrst eftir bestu kappingini, síðani næstbestu o.s.fr. Stendur framvegis á jøvnum, vinnur liðið, hvørs besti skjútti hevur skotið bestu rundu í teimum fimm kappingunum sum telja við. Er enn javnt verður somuleiðis talt aftureftir við at samanbera næstbestu rundu o.s.fr.

 

Reglurnar eru samtyktar á nevndarfundi hjá SkF 31. januar 2018

Vegna
Skjótisamband Føroya (SkF)
Sjúrður Knudsen, form.



Ynskir tú at taka reglugerðina niður sum pdf, so trýst á leinkina her.
Reglugerð fyri liðkappingar í skeet og trap 2018


Seinast dagført á hesari síðuni 20-02-2018

Skriv et svar