FM-Skeet

FM í Skeet 2017 fyri vaksin og unglingar + Føroya Cup í skeet 2017

FM-kappingin í skeet verður hildin á breytini í Sundalagnum leygardagin 26. august og í Sandvíkum sunnudagin 27. august 2017. Byrjað verður kl. 9 leygarmorgunin og kl. 13 sunnudagin. Skjúttarnir skulu møta í seinasta lagi ½ tíma undan kappingarbyrjan báðar dagarnar. Skotið verður eftir 75 dúgvum leygardagin og 50 dúgvum sunnudagin. Í FM kappingini fara 6 teir fremstu skjúttarnir síðani í eina finalu, sum verður skotin sambært galdandi ISSF-reglunum. Unglingakappingin er tó liðug aftaná 125 dúgvur.

Fyrri kappingardagurin er samstundis seinasta umfar í FM-liðkappingini í skeet og í Føroya Cup kappingini í skeet í ár.

Kostnaðurin fyri kappingina er 250 kr., sum skulu gjaldast kontant áðrenn kappingarbyrjan fyrra dagin.

Treytin fyri at luttaka er, at viðkomandi er skrásettur limur í einum av limafeløgunum undir SkF.

Bindandi tilmelding fer fram við at senda teldupost til skjotisamband@gmail.com í seinasta lagi hósdagin 24. august kl. 20:00. Unglingarnir skulu upplýsa føðingardag í sambandi við tilmeldingina.

Mesta tal av skjúttum er 18. Um yvirteknað er, verða 18 teir bestu skúttarnir valdir út. Hetta verður gjørt við at hyggja at bestu trimum kappingunum í kappingarárinum.

Viðvíkjandi Føroya Cup kappingini:

Tann skjúttin hevur vunnið, sum samanlagt hevur skotið flest dúgvur (fyrstu 75 dúgvurnar) av sínum bestu trimum kappingum aftrat úrtslitinum fyrra dagin í FM-kappingini. Stendur á jøvnum, verður talt aftureftir – fyrst kappingar síðani rundir.

Aftur í ár eru pengavinningar, sum vera útgoldnar eftir ávísum treytum.

Í FM-kappingini (ikki galdandi fyri liðkappingina) eru vinningarnir soleiðis:

1. vinningur 3.000 kr.
2. vinningur 2.000 kr.
3. vinningur 1.000 kr.

Unglingar fáa somu vinningar, men treytin er, at minst tríggir kappast og hava luttikið í minst trimum almennum kappingur.

Í Føroya Cup kappingini eru vinningarnir soleiðis:

  1. vinningur 5.000 kr.
    2. vinningur 3.000 kr.
    3. vinningur 1.000 kr.

 

Vegna SkF
Sjúrður Knudsen, form.

8-ÁRA KAPPINGIN

8-ára kappingin 2017 hjá Vestmanna Byrsufelag verður leygardagin 19/8-2017. Skotið verða 3 rundir á 25 dúgvir og síðani eina ISSF finalu millum seks teir fremstu, meðan seks teir næstu (7-12) skjóta finalu eftir 20 dúgvum. Kappingin telur við í Føroya Cup. Hetta er ein góður møguleiki at stilla sikti inn til FM sum verður vikuskifti aftaná. Vest Pack letur steyp og medaljur eins og sístu kapping. Vit byrja at skjóta kl.9:00 og møta kl.8:30. Luttøkugjaldi er 250 kr og skal gjaldast áðrenn skoti verður. Tilmeldingin er undir teiginum Tilmelding, eisini ber til at melda til við at senda sms boð á tlf 255460(viðmerk navn) tilmeldingin letur aftur hóskvøldi 18/8 kl.18:00

Heilsan Nevndin

 

 

[seatt-form event_id=31]

Syftusøkukappingin 2017

Syftusøkukappingin 2017 hjá Vestmanna Byrsufelag verður leygardagin 8/7-2017. Skotið verður 3 rundir á 25 dúgvir og síðani eina ISSF finalu millum seks teir fremstu, meðan seks teir næstu (7-12) skjóta finalu eftir 10 dúgvum. Kappingin telur við í Føroya Cup. Vit byrja at skjóta kl.9:00 og møta kl.8:30. Luttøkugjaldi er 250 kr og skal gjaldast áðrenn skoti verður. Tilmeldingin er undir teiginum Tilmelding og letur aftur hóskvøldi 6/7 kl.20:00

Heilsan Nevndin

 

[seatt-form event_id=30]

 

Krossmessukapping 2017

Krossmessukappingin 2017 hjá Vestmanna Byrsufelag verður leygardagin 6/5-2017. Skotið verður 3 rundir á 25 dúgvir og síðani eina ISSF finalu millum seks teir fremstu, meðan seks teir næstu(7-12) skjóti finalu eftir 10 dúgvum. Kappingin telur við í Føroya cup. Vit byrja at skjóta kl.9:00 og møta kl.8:30. Luttøkugjaldi er 250 kr og skal gjaldast áðrenn skoti verður. Tilmeldingin er undir teiginum Tilmelding og letur aftur hóskvøldi 4/5 kl.20:00

 

 

[seatt-form event_id=29]

Kunning frá Skjótisamband Føroya

Skjótisamband Føroya (SkF) hevur samtykt at stuðla oyggjaleikaskjúttunum soleiðis:

Teir 12 skjúttarnir í bruttohópinum (6 í Skeet og 6 í Trap) fáa 10 rundur í part hvønn mánaða frá og
við februar og til endaliga úttøkan er staðfest. T.v.s. fram til tann mánaðan, tá tveir skjúttar í
ávikavist Skeet og Trap eru endaliga úttiknir.

Tá teir tveir skjúttarnir í hvørjari grein endaliga eru úttiknir, vera teir stuðlaðir soleiðis, at teir fáa 20
rundur hvør, frá tá endaliga úttøkan er staðfest og fram til og við juni mánaða.

Hetta skal skiljast soleiðis, at so skjótt ein skjútti endaliga er úttikin, verður hann stuðlaður við 20
rundum hvønn mánaða, og so skjótt báðir skjúttarnir eru endaliga úttiknir í hvørjari grein, fáa teir 20
rundur hvør um mánaðan fram til og við juni.

Hetta merkir so eisini, at so skjótt báðir skjúttarnir í ávikavist Skeet ella Trap endaliga eru úttiknir,
steðgar stuðulin til hinar skjúttarnar í bruttohópinum.

SkF letur tað upp til skjótifeløgini at fylgja við útlutingini av stuðlinum eftir hesum leisti.

Skjótifeløgini fáa so kostnaðin fyri rundurnar endurgoldnar móti at senda rokning til
Skjótisambandið.

Vinarliga
Skjótisamband Føroya (SkF)
Sjúrður Knudsen, form.