Broyting í kappingaryvirlitinum 2018

Vegna tað, at breytin hjá Sunda Byrsufelag helst ikki verður klár til teirra fyrstu kapping í ár, hevur nevndin í Skjótisambandinum samtykt at ganga ynskinum á møti um at 32 ára kappingin hjá SBF verður flutt frá 14. apríl til 19. mai.

Tað nýggja yvirlitið er lagt út á síðuna og kann síggjast við at trýsta her

Kappingaryvirlit 2018 og nýggjir reglar

Nú er kappingaryvirliti fyri 2018 komi út, hetta er at finna undir teiginum kappingaryvirlit ovast á síðuni. Eisini eru reglarnir fyri oyggjaleika úttøku og liðkappingini í skeet og trap broyttar naka. Nýggju reglarnir eru at síggja undir teiginum reglar ovast á síðuni.

FM Trap

FM í Trap 2017 og Føroya Cup í trap 2017.
FM-kappingin í trap verður hildin á breytini hjá VBM í Sandvíkum leygardagin 2. september og sunnudagin 3. september 2017. Byrjað verður kl. 9 leygarmorgunin og kl. 13 sunnudagin.
Skjúttarnir skulu møta í seinasta lagi ½ tíma undan kappingarbyrjan báðar dagarnar.
Skotið verður eftir 75 dúgvum leygardagin og 50 dúgvum sunnudagin.
Í FM kappingini fara 6 teir fremstu skjúttarnir síðani í eina finalu, sum verður skotin sambært galdandi ABT-reglunum.
Fyrri kappingardagurin er samstundis seinasta umfar í FM-liðkappingini í Trap og í Føroya Cup kappingini í Trap í ár.
Kostnaðurin fyri kappingina er 250 kr., sum skulu gjaldast kontant áðrenn kappingarbyrjan fyrra dagin.
Treytin fyri at luttaka er, at viðkomandi er skrásettur limur í einum av limafeløgunum undir SkF.
Bindandi tilmelding fer fram við at senda teldupost til skjotisamband@gmail.com í seinasta lagi hósdagin 31. august kl. 20:00.
Mesta tal av skjúttum er 18. Um yvirteknað er, verða 18 teir bestu skjúttarnir valdir út. Hetta verður gjørt við at taka miðal av trimum teimum bestu kappingunum í kappingarárinum 2017.
Føroya Cup kappingin er nýggj í føroyskari skjóting og varð skotin fyrstu ferð í 2016.
Tann skjúttin hevur vunnið, sum samanlagt hevur skotið flestar dúgvur (fyrstu 75 dúgvurnar) av sínum bestu trimum kappingum aftrat úrtslitinum fyrra dagin í FM-kappingini.
Stendur á jøvnum, verður talt aftureftir – fyrst FM-úrslitið, síðani eldri úrslit samanborin; tvs. bestu kapping móti bestu kapping, næstbestu móti næstbestu o.s.fr.
Aftur í ár eru pengavinningar, sum vera útgoldnar eftir ávísum treytum.
Í FM-kappingini (ikki galdandi fyri liðkappingina) eru vinningarnir soleiðis:
1. vinningur 3.000 kr.
2. vinningur 2.000 kr.
3. vinningur 1.000 kr.
Í Føroya Cup kappingini eru vinningarnir soleiðis:
1. vinningur 5.000 kr.
2. vinningur 3.000 kr.
3. vinningur 1.000 kr.
Sí tilmeldingar á https://goo.gl/5w3UR2
Støðan í FM-liðkappingini og Føroya Cup er at síggja á leinkjunum https://goo.gl/7Tachb og https://goo.gl/6GhMNj
Vegna Skjótisambandið
Sjúrður Knudsen, form.

FM Skeet

Her er luttakaralistin sum hann sær út beint nú í skrivandi løtu.
Kunnu tit leggja hann á heimasíður tykkara. Tað er best at tit leggja sjálva leinkjuna út, tí so verður luttakaralistin dagførdur so hvørt broytingar eru.
Vinarliga
Skjotisamband Føroya (SkF)
Sjúrður Knudsen, form.

Limafundur hjá SKF

Boðið verður til limafund í Skjótisambandinum mikudagin 30. august 2017 kl. 19.00 í Tjarnargarði á Hoyvíksvegi 58 í Havn.

Ætlanin við fundinum er at kunna limirnar um arbeiði í Skjótisambandinum og at tjakast um ymisk viðurskfti. Limirnir eru vælkomnir at koma við evnum at seta á skrá, eins og limir eru vælkomnir við uppleggum á fundinum.

Fyri at fáa ein vælskipaðan fund, verða limir, sum hava evni til fundin, bidnir um at senda hesi til skjotisamband@gmail.com í seinasta lagi týsdagin 29. august.

Vónandi fáa nógvir limir møtt.

Vinarliga

Skjótisamband Føroya

Sjúrður Knudsen, form.