Kunning frá Skjótisamband Føroya

Skjótisamband Føroya (SkF) hevur samtykt at stuðla oyggjaleikaskjúttunum soleiðis:

Teir 12 skjúttarnir í bruttohópinum (6 í Skeet og 6 í Trap) fáa 10 rundur í part hvønn mánaða frá og
við februar og til endaliga úttøkan er staðfest. T.v.s. fram til tann mánaðan, tá tveir skjúttar í
ávikavist Skeet og Trap eru endaliga úttiknir.

Tá teir tveir skjúttarnir í hvørjari grein endaliga eru úttiknir, vera teir stuðlaðir soleiðis, at teir fáa 20
rundur hvør, frá tá endaliga úttøkan er staðfest og fram til og við juni mánaða.

Hetta skal skiljast soleiðis, at so skjótt ein skjútti endaliga er úttikin, verður hann stuðlaður við 20
rundum hvønn mánaða, og so skjótt báðir skjúttarnir eru endaliga úttiknir í hvørjari grein, fáa teir 20
rundur hvør um mánaðan fram til og við juni.

Hetta merkir so eisini, at so skjótt báðir skjúttarnir í ávikavist Skeet ella Trap endaliga eru úttiknir,
steðgar stuðulin til hinar skjúttarnar í bruttohópinum.

SkF letur tað upp til skjótifeløgini at fylgja við útlutingini av stuðlinum eftir hesum leisti.

Skjótifeløgini fáa so kostnaðin fyri rundurnar endurgoldnar móti at senda rokning til
Skjótisambandið.

Vinarliga
Skjótisamband Føroya (SkF)
Sjúrður Knudsen, form.