Kappingarárið 2016

Eitt sindur av kjaki hevur verið um kappingar reglur og annað, her er so reglarnir sum eru galdandi fyri 2016

 

Úttøkan 2016

 

Úttøkukappingarnar eru sambært yvirlitinum frá skjótisambandinum og eru tað 75 tær fyrstu dúgvurnar, sum telja við.

 

Kappingarnar her heima:

 

Her eru allar opnar kappingar, har skoti verður minst tríggjar samanhangandi rundur galdandi fyri úttøkuna til Oyggjaleikirnar.

 

Skeet verður skotið eftir galdandi ISSF reglum.

 

Tá tað snýr seg um Automatic Ball Trap (ABT), er tað ein treyt, at allar kappingar vera skotnar við tí stóra vinklinum og við tí hægru ferðini. T.v.s. at vinkulin framvegis skal vera 32,5° +/- 5° og ferðin 75 m +/- 1 m.

 

Grundgevingin fyri hesum, er at vit enn ikki vita hvat verður skotið á komandi Oyggjaleikum, og mett verður at tað er lættari hjá skjúttum at fara frá tí størra vinklinum til tann minna og frá tí hægru ferðini til tað lægru, enn øvugt.

 

Kappingar uttanlanda:

 

Treytinar fyri at kappingar uttanlanda telja við sum úttøkukappingar eru:

 

  1. Kappingin fellur sama vikuskifti sum ein úttøkukapping í Føroyum (pluss/minus ein dag)
  2. Kappingin er í somu grein og eftir somu reglum sum her heima, soleiðis sum víst er á omanfyri
  3. Sum úttøkukapping í Trap, telja kappingar í OL-Trap eftir galdandi ISSF reglum eisini við
  4. Áðrenn fari verður til kapping uttanlanda, skal SkF hava boð um hetta, um kappingin skal telja við sum úttøkukapping. Hetta fyri at tryggja, at ein skjútti ikki luttekur í meira enn einari úttøkukapping sama vikuskifti.

 

Seks skjúttar verða úttiknir í ein bruttohóp, har tveir teir bestu hava tryggjað sær pláss til oyggjaleikirnar, tó undir ávísum treytum. Skjúttarnir í bruttohópinum verða úttikinir á tann hátt, at skjúttarnir taka við sær samanlagda talið av skotnum dúgvum í trimum teimum bestu úttøkukappingunum. Um tað stendur á jøvnum, verður talt aftureftir – fyrst kappingar síðani rundir.

 

Fyri at tryggja sær endaligt pláss, skulu nr. 1 og 2 í tveimum kappingum í 2017 innan 1. juni minst skjóta meðalið, sum nr. 4 hevur kvalifiserað seg við í 2016. Um skjútti 1 og 2 ikki klára hetta meðal, verður hugt eftir nr. 3-6 í raðfylgju. Klára nakrir av hesum skjúttum markið, fáa hesir skjúttarnir plássið.

 

 

Føroya Cup

Nakrar kappingar í 2016 er sokallaðar Føroya Cup kappingar sambært kappingaryvirlitinum.

Tann skjúttin hevur vunnið, sum samanlagt hevur skotið flest dúgvur (fyrstu 75 dúgvurnar) av sínum bestu trimum kappingum aftrat úrtslitinum í FM-kappingini. Stendur á jøvnum, verður talt aftureftir – fyrst kappingar síðani rundir.

 

  1. vinningur       5.000 kr.
  2. vinningur       3.000 kr.
  3. vinningur       1.000 kr.

 

 

Kvalifikatón til FM

Mesta tal av skjúttum til FM-kappingina er 18. Tilmeldingin endar kl. 20.00 hósdagin frammanundan kappingini.

Um yvirteknað er, verða 18 teir bestu skúttarnir valdir út. Hetta verður gjørt við at hyggja at bestu trimum úttøkukappingunum í kappingarárinum.

 

  1. vinningur 3.000 kr.
  2. vinningur 2.000 kr.
  3. vinningur 1.000 kr.

 

Unglingar fáa somu vinningar, men treytin er, at minst tríggir kappast og hava luttikið í minst trimum almennum kappingum.

 

 

FM Liðkappingin

Skipað verður aftur í ár fyri liðkapping. Reglurnar eru tær somu sum í fjør, men einasta broytingin er, at fyri at kunna umboða liðið í FM-kappingini skal skjúttin hava luttikið í minst tveimum kappingum frammanundan.

 

Vinarliga
Skjótisamband Føroya (SkF)
Sjúrður Knudsen, form.