Kappingar 2014

Nú eru kappingarnar í Vestmanna farnar afturum, fýra í talið. Í ár hava vit verið hepnir við veðrinum og fingið nakrar góðar kappingar við nógvum lutakarum, 55 tilssamans. Fýra ymiskir vinnarar hava verið, 3. maj vann Jónstein Johannesen, 7. juni vann Jóanes Joensen, 16.august vann Tórur Fløtt og 30. august vann Ragnar við Streym allir frá SBF. Úrslitini eru at síggja undir teiginum úrslit ovast á síðuni.

Vestmanna Byrsufelag vil takka fyri góða uppmøting og ynskja tykkum góða eydnu í FM, sum er 13. og 14. september