Kapping 2.Mei

2 1

Leygardagin 2.mei var skjótikapping á skjótibreytini hjá Vestmanna Byrsufelag. 11 lutakarar vóru tilmeldaðir og kappingin lukkaðist væl.

Marius Joensen gjørdist vinnari við 70 dúgvum í innleiðandi umførðunum og gjørdi ikki mætari enn at skjóta allar 16 dúgvurnar í finaluni, haldi tað er fyrstu ferð í kapping í Føroyum, sera flott.

Gunnar S. Knudsen gjørdist nr 2 og Sámal Debess  nr 3

Í B-bólkinum gjørdist Sigurd Rasmussen nr 1 , John C. Hansen nr 2, og Teitur Thorleiffson nr 3

Úrslitini eru at finna undir teiginum úrslit ovast á síðuni

Vit í VBF takka fyri eina góða kapping og ynskja vinnaranum tillukku