FM-vinnarnir í skeet 2016

27. og 28. august var FM í skeet. Dagur 1 var í Vestmanna, veðri var av tí allarbesta og hetta sást aftur í avbera góðu úrslitunum hjá skjúttunum. Dagur 2 var skotin í Havn, tá var eisini sera gott veður og úrslitini góð, nevnast kann at Marius skjeyt 119 dúgvir í teimum 5 innleiðandi rundunum og setti nýtt føroyskt met, manglar ikki nógv í til OL kravið sum er 121. Kappingin var jøvn og endaði við at Jóanes Joensen SBF vann og Tórur Fløtt SBF bleiv nr 2 og Marius Joensen SBF nr 3. Eisini var FM fyri unglingar og her vann Tórur Fløtt SBF og Jóhann Fløtt SBF nr 2 og Teitur Thorleifsson VBF nr 3.
Vestmanna Byrsufelag ynskir öllum hjartaliga tillukku og takkar fyri eina góða kapping.

 

14125055_1502119889813449_3499903507548986224_o 14195206_1502120363146735_4342523746303227574_o