FM-Skeet

FM í Skeet 2017 fyri vaksin og unglingar + Føroya Cup í skeet 2017

FM-kappingin í skeet verður hildin á breytini í Sundalagnum leygardagin 26. august og í Sandvíkum sunnudagin 27. august 2017. Byrjað verður kl. 9 leygarmorgunin og kl. 13 sunnudagin. Skjúttarnir skulu møta í seinasta lagi ½ tíma undan kappingarbyrjan báðar dagarnar. Skotið verður eftir 75 dúgvum leygardagin og 50 dúgvum sunnudagin. Í FM kappingini fara 6 teir fremstu skjúttarnir síðani í eina finalu, sum verður skotin sambært galdandi ISSF-reglunum. Unglingakappingin er tó liðug aftaná 125 dúgvur.

Fyrri kappingardagurin er samstundis seinasta umfar í FM-liðkappingini í skeet og í Føroya Cup kappingini í skeet í ár.

Kostnaðurin fyri kappingina er 250 kr., sum skulu gjaldast kontant áðrenn kappingarbyrjan fyrra dagin.

Treytin fyri at luttaka er, at viðkomandi er skrásettur limur í einum av limafeløgunum undir SkF.

Bindandi tilmelding fer fram við at senda teldupost til skjotisamband@gmail.com í seinasta lagi hósdagin 24. august kl. 20:00. Unglingarnir skulu upplýsa føðingardag í sambandi við tilmeldingina.

Mesta tal av skjúttum er 18. Um yvirteknað er, verða 18 teir bestu skúttarnir valdir út. Hetta verður gjørt við at hyggja at bestu trimum kappingunum í kappingarárinum.

Viðvíkjandi Føroya Cup kappingini:

Tann skjúttin hevur vunnið, sum samanlagt hevur skotið flest dúgvur (fyrstu 75 dúgvurnar) av sínum bestu trimum kappingum aftrat úrtslitinum fyrra dagin í FM-kappingini. Stendur á jøvnum, verður talt aftureftir – fyrst kappingar síðani rundir.

Aftur í ár eru pengavinningar, sum vera útgoldnar eftir ávísum treytum.

Í FM-kappingini (ikki galdandi fyri liðkappingina) eru vinningarnir soleiðis:

1. vinningur 3.000 kr.
2. vinningur 2.000 kr.
3. vinningur 1.000 kr.

Unglingar fáa somu vinningar, men treytin er, at minst tríggir kappast og hava luttikið í minst trimum almennum kappingur.

Í Føroya Cup kappingini eru vinningarnir soleiðis:

  1. vinningur 5.000 kr.
    2. vinningur 3.000 kr.
    3. vinningur 1.000 kr.

 

Vegna SkF
Sjúrður Knudsen, form.