FM í Trap 2016 og Føroya Cup í trap 2016.
FM-kappingin í trap verður hildin á breytini hjá VBM í Sandvíkum leygardagin 3. september og sunnudagin 4. september 2016.
Byrjað verður kl. 9 leygarmorgunin og kl. 13 sunnudagin. Skjúttarnir skulu møta í seinasta lagi ½ tíma undan kappingarbyrjan báðar dagarnar.
Skotið verður eftir 75 dúgvum leygardagin og 50 dúgvum sunnudagin.
Í FM kappingini fara 6 teir fremstu skjúttarnir síðani í eina finalu, sum verður skotin sambært galdandi ABT-reglunum.
Fyrri kappingardagurin er samstundis seinasta umfar í FM-liðkappingini í Trap og í Føroya Cup kappingini í Trap í ár.
Kostnaðurin fyri kappingina er 250 kr., sum skulu gjaldast kontant áðrenn kappingarbyrjan fyrra dagin.
Treytin fyri at luttaka er, at viðkomandi er skrásettur limur í einum av limafeløgunum undir SkF.
Bindandi tilmelding fer fram við at senda teldupost til skjotisamband@gmail.com í seinasta lagi hósdagin 1. september kl. 20:00.
Mesta tal av skjúttum er 18. Um yvirteknað er, verða 18 teir bestu skúttarnir valdir út. Hetta verður gjørt við at hyggja at bestu trimum úttøkukappingunum í kappingarárinum.
Føroya Cup kappingin er nýggj í føroyskari skjóting.
Tann skjúttin hevur vunnið, sum samanlagt hevur skotið flest dúgvur (fyrstu 75 dúgvurnar) av sínum bestu trimum kappingum aftrat úrtslitinum fyrra dagin í FM-kappingini.
Stendur á jøvnum, verður talt aftureftir – fyrst kappingar síðani rundir.
Aftur í ár eru pengavinningar, sum vera útgoldnar eftir ávísum treytum.
Í FM-kappingini (ikki galdandi fyri liðkappingina) eru vinningarnir soleiðis:
1. vinningur 3.000 kr.
2. vinningur 2.000 kr.
3. vinningur 1.000 kr.
Í Føroya Cup kappingini eru vinningarnir soleiðis:
- vinningur 5.000 kr.
2. vinningur 3.000 kr.
3. vinningur 1.000 kr.
Vegna SkF
Sjúrður Knudsen, form.