FM í Trap 2015

FM-kappingin í Trap verður hildin á breytini í Sandvíkum í døgunum 22. og 23. august 2015. Byrja verður kl. 9 leygarmorgunin og kl. 13 sunnudagin. Skjúttarnir skulu møta í seinasta lagi ½ tíma undan kappingarbyrjan báðar dagarnar. Skotið verður eftir 75 dúgvum leygardagin og 50 dúgvum sunnudagin. 6 teir fremstu skjúttarnir fara síðani í eina finalu, sum verður skotin sambært galdandi ISSF-reglunum. Fyrri kappingardagurin er samstundis eisini seinasta umfar í FM-liðkappingini í ár.

Kostnaðurin fyri kappingina er 250 kr., sum skulu rindast kontant áðrenn kappingarbyrjan fyrra dagin.
Treytin fyri at luttaka í FM-kappingini er, at viðkomandi er skrásettur limur í einum av limafeløgunum undir SkF og hevur fingið í minsta lagi 12 dúgvur í miðal í einari av opnu trapkappingunum í hesum kappingarárinum (tvs. 36 dúgvur av 75 ella 48 dúgvur av 100). Minstakravið um 12 dúgvur er ikki galdandi fyri teir sum umboða lið sítt í FM-liðkappingini.


Bindandi tilmelding fer fram á hesari leinkju:
http://hvemkommer.dk/88bbdd
Í seinasta lagi Fríggjadagin 21. august kl. 14.00.



Luttakaratalið er avmarkað til í mesta lagi 18. T.v.s. at stongt verður aftaná 18 tær fyrstu tilmeldingarnar.
Sum nakað nýtt, eru peningagávur til tríggjar teir bestu skjúttarnar, at nýta til kapping/venjing uttanlanda.


Vegna SkF
Sjúrður Knudsen, form.