FM-kappingin í Trap verður hildin á breytini í Sandvíkum í døgunum 23. og 24. august 2014. Byrja verður kl. 9 leygarmorgunin og kl. 13 sunnudagin. Skjúttarnir skulu møta í seinasta lagi ½ tíma undan kappingarbyrjan báðar dagarnar. Skotið verður eftir 75 dúgvum leygardagin og 50 dúgvum sunnudagin. 6 teir fremstu skjúttarnir fara síðani í eina finalu, sum verður skotin sambært galdandi ISSF-reglunum. Fyrri kappingardagurin er samstundis eisini seinasta umfar í FM-liðkappingini í ár.
Kostnaðurin fyri kappingina er 250 kr., sum skulu rindast kontant áðrenn kappingarbyrjan fyrra dagin.
Treytin fyri at luttaka í FM-kappingini er, at viðkomandi er skrásettur limur í einum av limafeløgunum undir SkF og hevur luttikið í einari trapkapping ella combi kapping skeet/trap í hesum kappingarárinum ella at viðkomandi skal umboða lið sítt í FM-liðkappingini.
Bindandi tilmelding fer fram við at ringja ella senda eini sms-boð til tlf. 79 22 25 ella senda ein teldupost til sk@mail.fo í seinasta lagi fríggjadagin 22. aug. kl. 14.00.
Luttakaratalið er avmarkað til í mesta lagi 24. T.v.s. at stongt verður eftir 24 tær fyrstu tilmeldingarnar.
Vegna SkF
Sjúrður Knudsen, form.