FM í skeet fyri einstaklingar og unglingar 2015

 

 

Vikuskifti 12/9 og 13/9 var FM í skeet fyri einstaklingar og unglingar og eisini endaði liðkappingin leygardagin.

Tað skuldi skjótast á breytini hjá Vestmanna Byrsufelag leygardagin og hjá Byrsumúla sunnudagin, men av tí at tað var nógvur vindur á breytini í Vestmanna, tók nevndin í Skjótisambandinum avgerð um at flyta alla skjótingina á breytina hjá Byrsumúla í Sandvíkum. Har vóru góð líkindir at skjóta.

Kappingin var jøvn og spennandi og endaði við at Jógvan Egholm VBF streyk avstað við sigriðnum beint frammanfyri Marius Joensen SBF, meðan Tórur Fløtt SBF gjørdist nr. 3.

Hjá unglingum var bara ein dúgva millum 1 og 2, nr 1 gjørdist Alex Johannesen VBM, nr 2 Tórur Fløtt SBF, nr 3 Jóhann Fløtt SBF.

Í liðkappingini vann SBF A og SBF B gjørdist nr 2 og VBM A nr 3

Vit í Vestmanna Byrsufelag eru sera fegnir um at hava fingið føroymeistaran og ynskja honum eitt stórt tillukku við FM-heitinum, eisini ynskja vit Alex og SBF A tillukku við sigrunum og tillukku til allar heiðursmerkja vinnarnar. Samstundis takka vit fyrireikarunum fyri eina vælskipaða og góða kapping.

Úrslitini eru at síggja áhttp://bit.ly/1Ogaqp3 og http://bit.ly/1MdwyRl

Myndir eru at síggja á facebook síðuni hjá Veiðifelagið Byrsumúli, https://www.facebook.com/byrsumuli/photos_stream

Vestmanna Byrsufelag