FM í Skeet 2016 fyri vaksin og unglingar + Føroya Cup í skeet 2016
FM-kappingin í skeet verður hildin á breytini í Vestmanna leygardagin 27. august og í Sandvíkum sunnudagin 28. august 2016. Byrjað verður kl. 9 leygarmorgunin og kl. 13 sunnudagin. Skjúttarnir skulu møta í seinasta lagi ½ tíma undan kappingarbyrjan báðar dagarnar. Skotið verður eftir 75 dúgvum leygardagin og 50 dúgvum sunnudagin. Í FM kappingini fara 6 teir fremstu skjúttarnir síðani í eina finalu, sum verður skotin sambært galdandi ISSF-reglunum. Unglingakappingin er tó liðug aftaná 125 dúgvur.
Fyrri kappingardagurin er samstundis seinasta umfar í FM-liðkappingini í skeet og í Føroya Cup kappingini í skeet í ár.
Kostnaðurin fyri kappingina er 250 kr., sum skulu gjaldast kontant áðrenn kappingarbyrjan fyrra dagin.
Treytin fyri at luttaka er, at viðkomandi er skrásettur limur í einum av limafeløgunum undir SkF.
Bindandi tilmelding fer fram við at senda teldupost til skjotisamband@gmail.com í seinasta lagi hósdagin 25. august kl. 20:00. Unglingarnir skulu upplýsa føðingardag í sambandi við tilmeldingina.
Mesta tal av skjúttum er 18. Um yvirteknað er, verða 18 teir bestu skúttarnir valdir út. Hetta verður gjørt við at hyggja at bestu trimum úttøkukappingunum í kappingarárinum.
Føroya Cup kappingin er nýggj í føroyskari skjóting.
Tann skjúttin hevur vunnið, sum samanlagt hevur skotið flest dúgvur (fyrstu 75 dúgvurnar) av sínum bestu trimum kappingum aftrat úrtslitinum fyrra dagin í FM-kappingini. Stendur á jøvnum, verður talt aftureftir – fyrst kappingar síðani rundir.
Aftur í ár eru pengavinningar, sum vera útgoldnar eftir ávísum treytum.
Í FM-kappingini (ikki galdandi fyri liðkappingina) eru vinningarnir soleiðis:
1. vinningur 3.000 kr.
2. vinningur 2.000 kr.
3. vinningur 1.000 kr.
Unglingar fáa somu vinningar, men treytin er, at minst tríggir kappast og hava luttikið í minst trimum almennum kappingur.
Í Føroya Cup kappingini eru vinningarnir soleiðis:
- vinningur 5.000 kr.
2. vinningur 3.000 kr.
3. vinningur 1.000 kr.
Vegna SkF
Sjúrður Knudsen, form.