FM í Skeet 2015 fyri vaksin og unglingar

FM-kappingin í skeet verður hildin á breytini í Vestmanna leygardagin 12. sept. og í Sandvíkum sunnudagin 13. sept. 2015. Byrjað verður kl. 9 leygarmorgunin og kl. 13 sunnudagin. Skjúttarnir skulu møta í seinasta lagi ½ tíma undan kappingarbyrjan báðar dagarnar. Skotið verður eftir 75 dúgvum leygardagin og 50 dúgvum sunnudagin. 6 teir fremstu skjúttarnir fara síðani í eina finalu, sum verður skotin sambært galdandi ISSF-reglunum. Unglingakappingin er liðug aftaná 125 dúgvur. Fyrri kappingardagurin er samstundis eisini seinasta umfar í FM-liðkappingini í ár.

Kostnaðurin fyri kappingina er 250 kr., sum skulu gjaldast kontant áðrenn kappingarbyrjan fyrra dagin.

Treytin fyri at luttaka í FM-kappingini er, at viðkomandi er skrásettur limur í einum av limafeløgunum undir SkF og hevur fingið í minsta lagi 15 dúgvur í miðal í einari av opnu skeetkappingunum í hesum kappingarárinum (tvs. 45 dúgvur av 75 ella 60 dúgvur av 100).
Minstakravið um 15 dúgvur er ikki galdandi fyri unglingarnar (undir 21 ár), ella teir, sum eru skrásettir og skulu umboða lið sítt í FM-liðkappingini.

Bindandi tilmelding fer fram á hesari leinkju http://hvemkommer.dk/FM2015Skeet í seinasta lagi fríggjadagin 11. septembur kl. 14.00. Unglingarnir skulu upplýsa føðingardag í sambandi við tilmeldingina.

Luttakaratalið er avmarkað til í mesta lagi 18. T.v.s. at um meira enn 18 skjúttar eru tilmeldaðir, verður tað teir ovastu 18 sambært lista á http://bit.ly/1VHdHjm, ið eru við til FM.

Sum nakað nýtt, eru peningagávur til tríggjar teir bestu skjúttarnar, at nýta til kapping/venjing uttanlanda.

Vegna SkF
Sjúrður Knudsen, form.