FM í Skeet 2014 fyri einstaklingar (vaksin og unglingar)

FM-kappingin í Skeet verður hildin á breytini í Norðskála leygardagin 13. sept. og í Sandvíkum sunnudagin 14. sept. 2014. Byrjað verður kl. 9 leygarmorgunin og kl. 13 sunnudagin. Skjúttarnir skulu møta í seinasta lagi ½ tíma undan kappingarbyrjan báðar dagarnar. Skotið verður eftir 75 dúgvum leygardagin og 50 dúgvum sunnudagin. 6 teir fremstu skjúttarnir fara síðani í eina finalu, sum verður skotin sambært galdandi ISSF-reglunum. Unglingakappingin er liðug aftaná 125 dúgvur. Fyrri kappingardagurin er samstundis eisini seinasta umfar í FM-liðkappingini í ár.

 

Kostnaðurin fyri kappingina er 250 kr., sum skulu rindast kontant áðrenn kappingarbyrjan fyrra dagin.

 

Treytin fyri at luttaka í FM-kappingini er, at viðkomandi er skrásettur limur í einum av limafeløgunum undir SkF og hevur fingið í minsta lagi 17 dúgvur í miðal í einari av opnu skeetkappingunum í hesum kappingarárinum (tvs. 51 dúgvur av 75 ella 68 dúgvur av 100). Minstakravið um 17 dúgvur er ikki galdandi fyri unglingarnar (undir 21 ár), ella teir, sum eru skrásettir og skulu umboða lið sítt í FM-liðkappingini.

 

Bindandi tilmelding fer fram við at ringja ella senda eini sms-boð til tlf. 79 22 25 ella við at senda ein teldupost til sk@mail.fo

Tilmeldingin byrjar fríggjadagin 5. september 2014 kl. 18:00 og endar hósdagin 11. september 2014  kl. 20:00. Tilmeldingar uttanfyri hesa freist, vera ikki tiknar við. Unglingarnir skulu upplýsa føðingardag í sambandi við tilmeldingina.   

 

Luttakaratalið er avmarkað til í mesta lagi 24. T.v.s. at stongt verður eftir 24 tær fyrstu tilmeldingarnar, eisini um tað er áðrenn frammanfyri nevnda tilmeldingarfreist er úti.

 

Vegna SkF

Sjúrður Knudsen, form.