FM einstaklingar

FM-kappingin í skeet fyri einstaklingar er skotin á breytini í Vestmanna leygardagin og hildið varð fram í Sandvíkum í Havn sunnudagin. Talan var um eina væleydnaða kapping í allar besta veðri báðar dagarnar. 16 luttakarar vóru í kappingini, sum gjørdist sera spennandi móti endanum.

 

Aftaná at allir høvdu skotið eftir 125 dúgvum, fóru seks teir fremstu skjúttarnir í eina semifinalu. Hesir vóru Marius Joensen 116, Sámal Debes 110, Jónstein Johannesen 103, Herleif Hammer 101, Eirkur Elisson 97 og Sjúrður Knudsen 97. Altjóða kappingarreglurnar í skjóting eru nú broyttar soleiðis, at uttan mun til úrslitini frammanundan, so byrja allir aftur á berum í finalunum, og alt verður avgjørt við 16 dúgvum. Aftaná semifinaluna detta nummar 5 og 6 úr kappingini; meðan nummar 3 og 4 halda fram í bronsufinaluni, og nummar 1 og 2 skjóta eina gullfinalu. Umframt at alt stendur uppá spæl í hesari semifinaluni, er eisini talan um mest krevjandi og tekniskt truplastu skjótingina, sum hugsast kann. Hetta krevur tí, at skjúttarnir eru bæði væl upplagdir og púra róligir tá á stendur.

 

Úrslitini í semifinaluni vóru hesi:
[table colalign=”left|left|left”]
Luttakari,Felag,Stig út av 16
Sámal Debes,SBF,12
Sjúrður Knudsen,VBM,9
Herleif Hammer,VBM,9
Eirikur Elisson,SBF,9
Jónstein Johannesen,SBF,8
Marius Joensen,SBF,8
[/table]
 

Hetta merkti, at Marius Joensen, sum hevur verið Føroyameistari seinastu 4 árini, ikki kundi endurvinna meistaraheitið. Eisini var neyðugt við umskjóting millum tríggjar skjúttar fyri at finna fram til, hvør skuldi skjóta finalu í móti Sámali Debes. Umskjótingin endaði við, at Sjúrður Knudsen dróg longsta stráið. Sámal Debes skeyt ógvuliga væl í dag og vann eisini finaluna sannførandi við 12-7 móti Sjúrði. Í bronsufinaluni vann Herleif Hammer eisini sannførandi 11-7 móti Eiriki Elisson.

 

Skjótingin hevur verið í einari støðugari menning seinnu árini, og vert er at leggja til merkis, at hóast Sunda Byrsufelag fór við gullinum, so endaðu bæði silvur og bronsa hjá Byrsumúla í ár.

 

Unglingakappingin var avgreidd við 125 dúgvum uttan finalu. Úrslitið av henni gjørdist, at Alex Johannesen úr Byrsumúla endurvann FM fyri triðju ferð á rað við 89 dúgvum (av 125). Yngri bróðurin Carsten Johannesen, somuleiðis úr Byrsumúla, vann silvur við 84 dúgvum, meðan Tórur Fløtt úr Sunda Byrsufelag fekk bronsu við 77 dúgvum.

Úrslitini frá báðum døgunum vóru hesi

[table caption=”” width=”850″ colwidth=”140|50|30|30|30|30|30|30|30|30|30|30|30|30″ colalign=”left|left|left|left|left|left|left|left|left|left|left|left” ]
Luttakari,Felag,U1,U2,U3,Sum,U4,U5,Sum,Semi finala,S/O,Bronsu finala,Gull finala,
Sámal Debes, SBF,22,19,22,63,24,23,110,12,,,12,Gull
Sjúrður Knudsen, VBM,19,20,18,57,19,21,97,9,3,,7,Silvur
Herleif Hammer, VBM,18,21,19,58,21,22,101,9,2,11,,Bronsu
Eirikur Elisson, SBF,15,20,21,56,18,23,97,9,0,7,,
Jónstein Johannesen, SBF,19,21,21,61,20,22,103,8,,,,
Marius Joensen, SBF,24,24,23,71,20,25,116,8,,,,
Johnhard Klettheyggj, VBM,17,16,20,53,21,22,96,,,,,
Hávarður Fjallstein, SBF,18,17,22,57,17,19,93,,,,,
Ragnar við Streym, SBF,20,20,17,57,19,17,93,,,,,
Alex Johannesen, VBM (u),21,16,17,54,15,20,89,,,,,
Carsten Johannesen, VBM (u),16,17,19,52,15,17,84,,,,,
Jógvan Egholm, VBF,18,17,19,54,17,13,84,,,,,
Jákup Mikkelsen, VBF,12,15,19,46,16,16,78,,,,,
Tórur Fløtt, SBF (u),19,12,15,46,17,14,77,,,,,
Ólherji Hammer, VBM,17,18,14,49,13,14,76,,,,,
Sigurd Rasmussen, VBM,14,15,14,43,15,17,75,,,,,
[/table]
Skjótisamband Føroya

Johnhard Klettheyggj, form.