FM í Skeet fyri einstaklingar (vaksin og unglingar)

FM-kappingin í Skeet verður hildin á breytini í Vestmanna leygardagin 7. sept. og í Sandvíkum sunnudagin 8. sept. 2013. Byrjað verður kl. 9 leygarmorgunin og kl. 13 sunnudagin. Skjúttarnir skulu møta í seinasta lagi ½ tíma undan kappingarbyrjan báðar dagarnar. Skotið verður eftir 75 dúgvum leygardagin og 50 dúgvum sunnudagin. 6 teir fremstu skjúttarnir fara síðani í eina FM-semifinalu, sum verður skotin sambært nýggju ISSF-reglunum. Unglingakappingin er liðug aftaná 125 dúgvur. Fyrri kappingardagurin er samstundis eisini seinasta umfar í FM-liðkappingini í ár.

Kostnaðurin fyri kappingina er 250 kr., sum skulu rindast kontant áðrenn kappingarbyrjan fyrra dagin.

Treytin fyri at luttaka í FM-kappingini er, at viðkomandi er skrásettur limur í einum av limafeløgunum undir SkF og hevur fingið 17 dúgvur í miðal í einari av opnu skeetkappingunum í hesum kappingarárinum (tvs. 51 dúgvur av 75 ella 68 dúgvur av 100). Minstakravið um 17 dúgvur er ikki galdandi fyri unglingarnar (undir 21 ár), ella teir, sum eru skrásettir og skulu umboða lið sítt í FM-liðkappingini.

Bindandi tilmelding fer fram við at ringja ella senda eini sms-boð til tlf. 734038 ella at senda ein teldupost til johnhard.klettheyggj@amr.fo í seinasta lagi mikudagin 4. sept. kl. 20.00. Unglingarnir skulu upplýsa føðingardag í sambandi við tilmeldingina.

SkF tilskilar sær rætt til at avmarka luttakaratalið og at tillagað kappingina, tá tilmeldingarfreistin er farin, um hetta gerst neyðugt.

Vegna SkF

Johnhard Klettheyggj, form.

FM í Trap fyri einstaklingar

FM-kappingin í Trap verður hildin á breytini í Sandvíkum í døgunum 17-18. aug. 2013. Byrja verður kl. 9 leygarmorgunin og kl. 13 sunnudagin. Skjúttarnir skulu møta í seinasta lagi ½ tíma undan kappingarbyrjan báðar dagarnar. Skotið verður eftir 75 dúgvum leygardagin og 50 dúgvum sunnudagin. 6 teir fremstu skjúttarnir fara síðani í eina semifinalu, sum verður skotin sambært nýggju ISSF-reglunum. Fyrri kappingardagurin er samstundis eisini seinasta umfar í FM-liðkappingini í ár.

Treytin fyri at luttaka í FM-kappingini er, at viðkomandi er skrásettur limur í einum av limafeløgunum undir SkF og hevur luttikið í einari trapkapping í hesum kappingarárinum ella at viðkomandi skal umboða lið sítt í FM-liðkappingini.

Bindandi tilmelding fer fram við at ringja ella senda eini sms-boð til tlf. 734038 ella senda ein teldupost til johnhard.klettheyggj@amr.fo í seinasta lagi hósdagin 15. aug. kl. 20.00.

SkF tilskilar sær rætt til at avmarka luttakaratalið, um hetta gerst neyðugt.

Vegna SkF

Formaðurin

Oyggjaleikir á Bermuda

Oyggjaleikirnir á Bermuda byrja leygardagin 13. Juli 2013.

[table caption=”Skjótikappingar á oyggjaleikunum” width=”600″ colalign=”left|left|center|left|right”]

Dagur, Lokal tíð, Føroysk tíð, Kapping
Sun. 14. juli, 09.00-16.00, 13.00-20.00, Skeet Lið
Mán. 15. juli, 09.00-17.00, 13.00-21.00, Trap Lið
Týs. 16. juli, 09.00-14.00, 13.00-18.00, Skeet
Mik. 17. juli, 09.00-14.00, 13.00-18.00, Skeet
Mik. 17. juli, 14.30-19.30, 18.30-23.30, Trap
Hós. 18. juli, 09.00-13.30, 13.00-17.30, Trap
[/table]

Annars kann øll skráin síggjast á heimasíðuni hjá Ítróttarsamband Føroya við at trýsta á her

Almenna heimasíðan hjá Bermuda Oyggjaleikunum kann síggjast her

Úrslit frá skjótingini kann síggjast við at trýsta á leinkjurnar í tabellini omanfyri.

Skjótikapping 15.06.2013

postpic573x187

Skjótikapping verður 15. Juni 2013.
Møtt verður klokkan 8.30. Kappingin byrjar klokkan 9.00
Kostnaðurin er 250 kr og skal gjaldast kontant áðrenn kappingarbyrjan.

Skotið verður í trimum umførum umframt eina finalu rundu.

Tilmelding fer fram her á síðuni. Sí teigin “Tilmelding” ovast.
Freistin at melda til er Fríggjadagin 14. Juni 2013 kl. 18:00
 

Vinarliga
Vestmanna Byrsufelag