Broyting í kappingaryvirlitinum 2018

Vegna tað, at breytin hjá Sunda Byrsufelag helst ikki verður klár til teirra fyrstu kapping í ár, hevur nevndin í Skjótisambandinum samtykt at ganga ynskinum á møti um at 32 ára kappingin hjá SBF verður flutt frá 14. apríl til 19. mai.

Tað nýggja yvirlitið er lagt út á síðuna og kann síggjast við at trýsta her

Kunning frá Skjótisamband Føroya

Skjótisamband Føroya (SkF) hevur samtykt at stuðla oyggjaleikaskjúttunum soleiðis:

Teir 12 skjúttarnir í bruttohópinum (6 í Skeet og 6 í Trap) fáa 10 rundur í part hvønn mánaða frá og
við februar og til endaliga úttøkan er staðfest. T.v.s. fram til tann mánaðan, tá tveir skjúttar í
ávikavist Skeet og Trap eru endaliga úttiknir.

Tá teir tveir skjúttarnir í hvørjari grein endaliga eru úttiknir, vera teir stuðlaðir soleiðis, at teir fáa 20
rundur hvør, frá tá endaliga úttøkan er staðfest og fram til og við juni mánaða.

Hetta skal skiljast soleiðis, at so skjótt ein skjútti endaliga er úttikin, verður hann stuðlaður við 20
rundum hvønn mánaða, og so skjótt báðir skjúttarnir eru endaliga úttiknir í hvørjari grein, fáa teir 20
rundur hvør um mánaðan fram til og við juni.

Hetta merkir so eisini, at so skjótt báðir skjúttarnir í ávikavist Skeet ella Trap endaliga eru úttiknir,
steðgar stuðulin til hinar skjúttarnar í bruttohópinum.

SkF letur tað upp til skjótifeløgini at fylgja við útlutingini av stuðlinum eftir hesum leisti.

Skjótifeløgini fáa so kostnaðin fyri rundurnar endurgoldnar móti at senda rokning til
Skjótisambandið.

Vinarliga
Skjótisamband Føroya (SkF)
Sjúrður Knudsen, form.

Kappingaryvirlit fyri 2016

Skjótisamband Føroya er nú komi við kappingar yvirlitinum fyri komandi ár.

Tað sær út til at tað vera í alt 22 kappingar. Yvirliti kann broytast eitt sindur, alt eftir um feløg hava innanhýsis kappingar.

Byrja verður longu 6. februar við Múlameistarakappingini, sum Veðufelagið Byrsumúli skipar fyri.

Eisini kann sigast, at síðsta kappingin fyri 2016 er sett til at vera 29. oktobur.

Yvirlitið sæst við at trýsta á leinkjuna her: Kappingaryvirlit 2016

FM í skeet fyri einstaklingar og unglingar 2015

 

 

Vikuskifti 12/9 og 13/9 var FM í skeet fyri einstaklingar og unglingar og eisini endaði liðkappingin leygardagin.

Tað skuldi skjótast á breytini hjá Vestmanna Byrsufelag leygardagin og hjá Byrsumúla sunnudagin, men av tí at tað var nógvur vindur á breytini í Vestmanna, tók nevndin í Skjótisambandinum avgerð um at flyta alla skjótingina á breytina hjá Byrsumúla í Sandvíkum. Har vóru góð líkindir at skjóta.

Kappingin var jøvn og spennandi og endaði við at Jógvan Egholm VBF streyk avstað við sigriðnum beint frammanfyri Marius Joensen SBF, meðan Tórur Fløtt SBF gjørdist nr. 3.

Hjá unglingum var bara ein dúgva millum 1 og 2, nr 1 gjørdist Alex Johannesen VBM, nr 2 Tórur Fløtt SBF, nr 3 Jóhann Fløtt SBF.

Í liðkappingini vann SBF A og SBF B gjørdist nr 2 og VBM A nr 3

Vit í Vestmanna Byrsufelag eru sera fegnir um at hava fingið føroymeistaran og ynskja honum eitt stórt tillukku við FM-heitinum, eisini ynskja vit Alex og SBF A tillukku við sigrunum og tillukku til allar heiðursmerkja vinnarnar. Samstundis takka vit fyrireikarunum fyri eina vælskipaða og góða kapping.

Úrslitini eru at síggja áhttp://bit.ly/1Ogaqp3 og http://bit.ly/1MdwyRl

Myndir eru at síggja á facebook síðuni hjá Veiðifelagið Byrsumúli, https://www.facebook.com/byrsumuli/photos_stream

Vestmanna Byrsufelag