Aðalfundur

18. feburar var aðalfundur felagsins. Uppmøtingin kundi veri væl betri, men fundurin var viðtøku-førur.

Skráðin fyri fundin var tann vanliga. Formaðurin legði fram ársfrágreiðing, peningarøkil legði fram rokniskapin fyri 2014 og hesin bleiv góðtikin. Tveir nevndarlimir stóðu fyri valið, har annar ikki stillaði uppaftur. Undir ymist var tosa eitt sindur um at fáa ungar skjúttar at skjóta, har bleiv nevnt at limagjald fyri limir 20 ár og yngri verður 100 kr og rundirnar fyri hesar limir skulu kosta minni t.d. 40 kr. Eisini bleiv avgjørt at VBF-meistara kappingin og veistlan vera 11. apríl. Vónandi vera nógvir lutakarar henda dagin

Eftir fundin skipaði nevndin seg:

Formaður:          Jógvan Egholm

Næstformaður: Jákup Mikkelsen

Peningarøkil:     Julius Joensen

Skrivari:              Louis Højgaard

Nevndarlimur:    John C Hansen

 

Vit vilja hervið takka Leif Klein fyri hansara stóra arbeiði við at fáa felagi og skjótibreytina upp at koyra og samstundis ynskja vit Julius Joensen vælkomnan í nevndina

Nevndin í VBF